Tey, sum búgva á eystursíðuni á Klaksvíkini og skulu brúka vatn í kvøld og í nátt, noyðast at leggja vatn inn undir seg, áðrenn kvøldið verður gamalt.
Í samband við umlegging av vatninum í tunlunum Norður um Fjall, verður skrúvað fyri vatninum á eystursíðuni av Klaksvíkini í kvøld.
Klaksvíkar kommuna upplýsir, at skrúvað verður fyri vatninum í kvøld klokkan 22, og ætlanin er, at vatnið rennur aftur klokkan 06 fríggjamorgunin.
Í fráboðan tekur kommunan kortini tað fyrivarni, at skrúvað verður frá aftur vatninum - antin klokkan 06 ella, tá arbeiðið við umleggingini er liðugt.
Tí kann tað vera skilagott hjá fólki, sum búgva á eystursíðuni av Klaksvíkini, at binda um heilan fingur og fylla sær ketilin ella kaffikannuna í kvøld.