Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
Eysturríkski kanslarin, Karl Nehammer, legði fríggjadagin frá sær og fór eisini úr starvinum sum floksformaður í ÖVP.
Hetta hendi eftir eina miseydnaða roynd at skipa stjórn við javnaðarflokkinum SPÖ.
Sambært forsetanum í landinum høvdu flokkarnir sagt, at teir fóru ikki at vera í stjórn saman við Frælsisflokkinum, sum gjørdist størsti flokkur á valinum í september.