Klokkan 18 í kvøld í høllini á Hálsi í Havn spælir føroyska manslandsliðið annan dystin í hesari EM-undankappingini. Dysturin verður móti Eysturríki, ið er úr ovasta styrkisbólkinum.
FM1 sendir beinleiðis frá høllini á Hálsi frá klokkan 17.10. Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo.
17 altjóða veddingarfyritøkur hava Eysturríki sum greiðan favoritt at vinna dystin í kvøld.
Oddsini uppá útisigur til Eysturríki liggja millum 1,28 og 1,35.
Oddsini uppá føroyskan heimasigur liggja millum 4,15 og 4,90.
Oddsini uppá javnleik liggja millum 9.55 og 11,50.
Her eru oddsini:
##med2##