Í 11 minuttir var føroyska manslandsliðið á odda móti Eysturríki, tá liðini møttust í mars mánaði. Eysturríki vann dystin 3-1, men til tíðir var avrikið hjá vertunum á Ernst Happel leikvøllinum ikki so sannførandi. Tríggjar dagar seinni taptu teir 4-0 móti Danmark.
Niðurlagið um Eysturríki er, at liðið er ikki í viðgongd. Eysturríki tapti móti Onglandi og spældi javnleik móti Slovakia í upptaktini til EM. Tað gongur eisini strilti at skjóta mál, tí eysturríkar hava ikki skorað í trimum teimum seinastu dystunum.
Liðið hevur tó navnframar spælarar, sum fyri tað mesta spæla í Bundesliguni. Eitt nú David Alaba, sum júst hevur skift frá Bayern Munchen til Real Madrid, og Marcel Sabitzer, ið verður settur í samband við fleiri av teimum stóru feløgunum.
Størsta fyrimunurin hjá Eysturríki er, at teir eru í bólki saman við Norðurmakedónia. Teimum hevur Eysturríki vunnið á tvær ferðir í undankappingini. Við einum sigri í fyrsta dystunum eru góð líkindi fyri, at Eysturríki kemur víðari úr bólkaspælinum.
Bólkur C:
Eysturríki – Norðurmakedónia (17.00)
Dómari: Andreas Ekberg, Svøríki
Leikvøllur: Arena Națională í Bukarest í Rumenia
Møgulig uppstilling Eysturríki: Schlager - Lainer, Dragovic, Hinteregger, Alaba - Grillitsch, Baumgartlinger - Baumgartner, Sabitzer, Arnautovic – Kalajdzic
Hópurin hjá Eysturríki:
Málverjar:
Daniel Bachmann, Watford
Pavao Pervan, Wolfsburg
Alexander Schlager, LASK
Verjuspælarar:
David Alaba , Bayern
Aleksandar Dragović, Leverkusen
Marco Friedl, Werder Bremen
Martin Hinteregger, Frankfurt
Stefan Lainer, Mönchengladbach
Philipp Lienhart, Freiburg
Stefan Posch, Hoffenheim
Christopher Trimmel, Union Berlin
Andreas Ulmer, Salzburg
Miðvallarar:
Julian Baumgartlinger, Leverkusen
Christoph Baumgartner, Hoffenheim
Florian Grillitsch, Hoffenheim
Stefan Ilsanker, Frankfurt
Konrad Laimer, Leipzig
Valentino Lazaro, Internazionale
Marcel Sabitzer, Leipzig
Louis Schaub, Luzern
Xaver Schlager, Wolfsburg
Alessandro Schöpf, Schalke
Áleyparar:
Marko Arnautović , Shanghai Port
Michael Gregoritsch, Augsburg
Sasa Kalajdzic, Stuttgart
Karim Onisiwo, Mainz