Eysturríkarar fagnaðu Jan Dam

Áhugin var í gjárkvøldið stórur at hitta føroysku spælararnar, sum vunnu í Landskrona fyri 31 árum síðani

mynd: Ivan Eginsson Eysturland, serfrøðingur í landsliðsfótbólti

Tað var ikki frítt, at áskoðarar úr Eysturríki bæði sóust og hoyrdust í gjárkvøldið, tá ið Eysturríki á Tórsvølli vann 2-0 ímóti Føroyum.

 

Eysturríkararnir, sum vóru í Føroyum saman við sínum landsliði, eru nú á veg til Keypmannahavnar, har Eysturríki týskvøldið fer at spæla ímóti donsku favorittunum, sum 31. mars vunnu 4-0 í Wien.

 

Eysturríksku áskoðararnir vístu í gjárkvøldið, at teir ikki hava gloymt dystin í Landskrona fyri 31 árum síðani. Eysturríki sleppur ongantíð undan søguni um 1-0 tapið ímóti Føroyum, sum verður roknað at vera ein tann størsta sensatiónin í altjóða fótbólti yvirhøvur.

 

Áskoðararnir vóru ovurfegnir, tá ið teir hittu ein av teimum ellivu, sum vóru á vøllinum minniliga mikukvøldið í Landskrona. Tað var Jan C. Dam, sum varð avmyndaður saman við eysturríksku fótbóltsfjepparunum.

 

Jan Christian Dam fylti fimm dagar undan fyrsta EM undankappingardystinum hjá Føroyum 22 ár. 12. september 1990 var hann fyri aðru ferð á A-landsliðnum. Fyrsti dysturin var, tá ið Føroyar 8. august í 1990 taptu vinardyst á heimavølli ímóti Íslandi 3-2. Ta ferðina javnaði Jan C. Dam miðskeiðis í seinna hálvleiki til 2-2 við brotssparki. Hetta var einasta málið, sum hann skoraði í 39 landsdystum.

 

Í Landskrona 12. september 1990 – fimm dagar eftir 22 ára føðingardagin – var Jan C. Dam vongverji í vinstru, og hann var ein sannur brandur. Jan var síðstu ferð á landsliðnum í 2000, tá ið hann spældi tríggjar dystir. Tveir teir fyrstu vóru í NM kappingini, tá ið Føroyar 31. januar taptu 1-0 ímóti Finnlandi og 4. februar, tá ið Føroyar taptu 3-2 ímóti Íslandi eftir at hava verið frammanfyri 2-0. Báðir dystirnir vóru í La Manga í Spania.

 

Síðsta ferðin, at Jan C. Dam var á landsliðnum, var 26. apríl í 2000, tá ið Føroyar í vinardysti á útivølli vunnu 1-0 ímóti Liktinstein.

 

Nú eru meiri enn 21 ár síðani, at hann gavst á landsliðnum, og tað eru meiri enn 31 ár síðani tiltikna dystin í Landskrona, men enn minnast eysturríkararnir føroysku spælararnar og Jan C. Dam, sum teir nú eiga mynd av saman við teimum. Tað var serfrøðingurin í landsliðsfótbólti Ivan Eginsson Eysturland, sum tók myndina.

 

mynd: Ivan Eginsson Eysturland, serfrøðingur í landsliðsfótbólti