Eysturrísku fjølmiðlarnir flongja Salzburg

Fjølmiðlarnir staðfesta, at eysturrísku meistararnir góvu ikki alt, teir vóru mentir.

- Aftaná sannførandi 5-0 sigurin á heimavølli, var tað svárt og pínandi at hyggja at seinna dystinum millum liðini. Salzburg skal flyta sítt støði sera, sera nógv, um teir skulu vinna á Nicosia úr Kýpros í komandi undanumfari, skrivar Salzburger Nachrichten.

 

Austrian Times er av somu sannføring.

- Salzburg var ráðaleyst og illa við undir dystinum móti føroysku meistarunum. Eysturrísku meistararnir noyðast at taka annað skinn um bak, um felagið yvirhøvur kann hugsa um at vinna seg í bólkaspælið, skrivar Austrian Times.

 

Blaðið Kurier metir ikki, at føroysku umstøðurnar er ein umbering fyri vánaliga úrslitið.

- Tað var kalt og torført at fáa ferð á bóltin á gamla graslíkinum í Gundadali. Men tað er rætt og slætt eingin umbering fyri snópisliga og flóvisliga avrikið móti føroysku meistarunum, sum var fyrsta eysturríska tapið móti føroyskum fótbólti síðan halgisøguna í Landskrona í 1990, skrivar blaðið Kurier.

 

HB vann dystin 1-0. Símun Samuelsen stóð fyri málinum.

HB tapti samanlagt 5-1.