Eysturríki gav 30 stig

Javnleikurin á Tórsvølli sæst aftur á FIFA-listanum, har Føroyar gingu 12 pláss fram

Fótbóltur

 

Hóast eitt pláss sum nummar 186 á altjóða styrkislistanum fyri fótbóltstjóðir ikki ljóðar av nógvum, so er talan um framgongd hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, sum at kalla bert er dottið longur og longur niður á FIFA-listanum seinnu árini.

Lopið hesa ferð ber eisini við sær, at Føroyar nú eisini hava lagt Andorra aftur um seg, og tí eru nú tvær aðrar europiskar tjóðir undir okkum. Hin er San Marino, sum einki stig hevur á listanum.

Sambært seinastu uppgerðini hava Føroyar 37 stig á listanum. Hinvegin verður neyðugt at fáa okkurt stigið afturat til høldar hampuliga skjótt. Sæð burtur frá javnleikinum móti Eysturríki, so skal leitast aftur til heystið 2004 fyri at finna seinasta føroyska stigið. Tá spældu Føroyar 2-2 javnleik á Cypros, men stigini fyri hendan eru nú skjótt burtur.