Eysturríkarar verða ikki lættir at syfta

69 ára gamla kekkiska venjaralegendan, Karel Brückner fekk eina dreymabyrjan, sum eysturríkskur landsliðsvenjari. Ígjár tók Eysturríki ímóti Fraklandi á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien, og talan gjørdist um eina minniliga løtu fyri teir 48.000 áskoðarnar á tí útselda leikvøllinum. Longu tá 8 minuttir vóru farnir hevði Marc Janko lagt Eysturríki á odda 1-0. Tríggjar minuttir áðrenn hálvleikssteðgin økti René Aufhauser til 2-0. Tá stórt korter varð spælt av 2. hálvleiki minkaði Sidney Govou um munin til 2-1, men 10 minuttir seinni tryggjaði Andreas Ivanschitz Eysturríki sigurin, tá hann setti eitt brotsspark í netið til endaligu støðuna 3-1. Taktikkurin hjá gamla kekkiska revinum, Karel Brückner eydnaðist til fulnar, har tað við mótálopum eydnaðist at søkka fronsku varaheimsmeistarunum. Eysturríkarar tyktust væl upplagdir og inspireraðir, og er helst talan um besta dystin hjá Eysturríki í 21. øld. Vit í Føroyum mugu bara gera okkum greitt, at Eysturríki verður ein stór uppgáva, tá teir koma til Føroya tann 11. oktober. Lat ongan iva verða um tað. Komandi mikukvøld spælir Eysturríki ímóti Litava á útivølli.