Fótbóltur
Við eysturríkska blaðið ”Der Standard” sigur Dietmar Constantini: - Føroyingarnir stríðast væl á vøllinum, og teir standa ógvuliga væl og kompakt á vøllinum. ?Dietmar Constantini var sjálvur til staðar, tá Føroyar taptu 0-2 á Tórsvølli í juni. Føroyar vístu gott spæl, og komu til nógvar málmøguleikar í tí dystinum. ?Der Standard dylur ikki fyri, at eysturríkski fótbóltsalmenningurin krevur, og væntar ein sigur móti einum liði, sum bara hevur fýra spælarar, sum spæla uttanlands. ?Dietmar Constantini staðfestir, at tað er rættiliga sjáldan, at eysturríkska landsliðið er favorittur undan einum dysti, og tí má hann arbeiða eyka nógv við eysturríksku spælarunum, fyri at fyrireika teir optimalt til uppgávuna ímóti Føroyum leygardagin. Yvirfyri Der Standard undirstrikar eysturríkski venjarin, at hann hevur eisini stóra virðing fyri tí arbeiðnum, sum føroyski landsliðsvenjarin, Brian Kerr hevur lagt fyri dagin.