Tað ber framvegis til at rokna seg fram til, at Eysturoyingur ikki skal vinna FM á Ólavsøku, men í veruleikanum ber tað næstan ikki til.
Eitt er, at avrikið hjá gula bátinum av Skálafjørðinum var so einastandandi, sum tað var. Eysturoyingur hølvaði kappingarneytarnar báðar av. Teir løgdu bragdliga fyri, og stútt og støðugt øktu teir um munin. Tá ið hálvur teinurin var rógvin, var munurin ein bátslongd, og tá ið teir komu á mál, vóru eysturoyingar meiri enn tvær bátslongdir frammanfyri hinar báðar.
Vestmenningur var ikki so væl fyri í dag, sum hann var á Fjarðastevnu. Vestmenningur var leingi aftanfyri Hoyvíking, sum var óførur, og tað var ikki fyrrenn í sjálvum endaspurtinum, at tað eydnaðist Vestmenningi at taka Hoyvíking og harvið at syrgja fyri, at tað ikki ber til longu í kvøld at kalla Eysturoying fyri FM vinnara.
Men Eysturoyingur er nú tvey stig frammanfyri Vestmenning, og tað ber við sær, at treytin, fyri at Eysturoyingur ikki skal vinna FM, er, at Vestmenningur vinnur á Ólavsøku, og at Eysturoyingur ikki verður næstfremstur.
1 Eysturoyingur 09:23.24
2 Vestmenningur 09:29.05
3 Hoyvíkingur 09:30.04
Støðan
1 Eysturoyingur 40
2 Vestmenningur 38
3 Hoyvíkingur 30










