Tað var eingin kapping, tá ið síðsti róðurin var á Norðoyastevnu í dag. Bara tvey 10-mannafør luttóku ? Vestmenningur og Eysturoyingur.
Eysturoyingurin syrgdi longu í startspurtinum fyri at leggja seg skutin framum kappingarneytan. Síðani øktist munurin stútt og støðugt, og á málinum og eftir 1500 metrar var munurin 20 sekund ella einar seks bátslongdir.
Stóri spurningurin í róðrarumhvørvinum er nú, um tað í teimum seks FM kappingunum, sum verða seinni í summar, fara at vera fleiri luttakarar, enn tað nú hava verið.
Um fjúrtan dagar verður næsti FM kappróðurin. Hann verður á Sundalagsstevnuni, sum verður í Hvalvík/Streymnesi.
Norðoyastevna 2007 - 10 mannafør
1 Eysturoyingur 07:47.17
2 Vestmenningur 08:07.01
Støðan í FM - 10 mannafør
1 Eysturoyingur 7
2 Vestmenningur 5
Fyribils startrøðin á komandi stevnu
1 Vestmenningur
2 Eysturoyingur
G.G.: Tíðirnar eru í 1/25-pørtum.










