Eftir at tað varð greitt, at FM vinnarin í fjør Klaksvíkingur ikki fer at luttaka í kappróðrinum í summar, var vandi fyri, at tað bara fóru at vera bátar í høvuðsstaðarkommununi, sum fóru at luttaka í kappingini millum 10-mannaførini í summar.
Nú er tað greitt, at soleiðis verður tað ikki. Í kvøld er alment, at Eysturoyingur fer at bjóða seg fram í summar. Tað sigur ein av rógvarunum, Jón Nónklett, á facebook profili sínum. Hann er ein av fleiri, sum áður hava vunnið nógv við Eysturoyingi, og sum nú eru farnir undir fyrireikingarnar til nýggja róðrarárið.
Tað hevur verið arbeitt við at manna bátin síðani á ólavsøku í fjør. Arbeiðið hevur snúð seg um at finna manningarligu røttu samansetingina og at gera bátin kláran av nýggjum.
Teir, sum fara at manna Eysturoying og harvið bjóða av í kappingini millum 10-mannaførini, eru:
:
Jón Nónklett, Kem Weihe, Ludvík Við Stein, Jóhan Hermann Slættalíð, Harald Fonsdal Johannesen, Hans Karl Jacobsen, Hilmar Sam Lamhauge, Johnleif Hansen, Bogi Olsen, Óli Hansen, Sonni Oddbjørn Johnsson
Talan er fyri tað mesta um rógvarar, sum hava nógvar royndir og sum hava vunnið nógv. Umframt Jón Nónklett eru so royndir rógvarar sum eitt nú Bogi Olsen, Hilmar Sam Lamhauge og Ludvík við Stein farnir undir fyrireikingarnar til nýggja róðrarárið.
Jón Nónklett fjalir ikki, hvørjar ætlanirnar eru:
Vit miðja eftir gullinum, og vónirnar eru bjartar, hóast tað eru fleiri, ið hava somu ætlanir sum vit.
Rógvararnir vóna, at tað kring Skálafjørðin fer at verða tikið væl undir við manningini, oig at stuðulin verður stórur í royndini at vinna enn eitt FM heiti í kappingini millum 10-mannaførini á fjørðin.
Jón Nónklett leggur aftrat, at høvuðsendamálið er at syrgja fyri, at mentanin verður endurreist, at ungir dreingir tráa eftir at rógva við 10-mannaførum, og harvið at Eysturoyingur skal vera við í FM kappingini á hvørjum ári.
-Fyri at eggja og lýsa betur, hvussu fyrireikingar, venjingar og annað í sambandi við eitt kappróðrarár hjá okkum fer fram, so fara vit at stovna ein almennan bólk á Facebook, har øll eru vælkomin at fylgja við. Ætlanin er at leggja myndir, onkrar venjingar o.a. spennandi út, sigur Jón Nónklett.
Eysturoyingur hevur vunnið FM í 1998, 1999, 2002, 2003, 2005, 2007 og 2010.











