Eysturoyingur eigur endaspurtin

Royndirnar siga, at um tað skal eydnast hjá Nólsoyingi at vinna, so er neyðugt hjá teimum at seta seysturoyingar upp á pláss í miðróðrinum

10 MANNAFØR

Teir kenna hvønn annan út og inn. Tað gera teir, tí nógvir teirra síðani í 1998 hava kappast ímóti hvørjum øðrum. Tað eru manningarnar á Nólsoyingi og Eysturoyingi, sum tað snýr seg um. Í tveimum teimum fyrstu FM kappingunum í ár hevur tað bara verið ein spurningur um, hvør teirra fer at vinna.
Í Klaksvík vann Nólsoyingur. Eftir 1500 metra kapping var hann 14/25 sekund ella eitt stórt hálvt sekund undan Eysturoyingi. Í Hósvík vann Eysturoyingur. Eftir 2000 metra kapping var hann 5/25 ella ein fimting! av einum sekundi undan Nólsoyingi.
Marginalirnir eru so mikið smáir, at tað er einki at tosa um. Eygað sigur, at bátarnir fara stavn um stavn um málið. Nú eigur Róðrarsambandið talgilda tól at taka bestikk at støðuni við. Tí ber til við hundrað prosent vissu at staðfesta, at støðan á málinum var, sum hon omanfyri er søgd at vera.

Nólsoyingur frammanfyri á 1600 metrum
Í kappróðri snýr tað seg um, hvør kemur fyrstur á mál. Ikki um hvør longt er fremstur. Um tað hevði verið galdandi, so høvdu nólsoyingar vunnið. Eysturoyingur fekk betri start enn Nólsoyingur. Eysturoyingar vóru fremstir fyrstu 400 metrarnar. So tók Nólsoyingur teir, og svarti báturin var undan tí gula inntil tað restaðu eini tíggju tøk. Tá stóð stavn um stavn, og á málinum var Eysturoyingur frammanfyri.
Ofta hava teir seinastu sjey árini ligið borð um borð. Teir vita, hvat skal til, og teir geva seg fult út og eitt sindur meiri enn tað. Royndirnar siga teimum, hvussu tað lagar seg.
- Nólsoyingur hevur sera góðan miðróður. Tá eru teir oftast stinnari enn vit. Soleiðis var tað eisini hesa ferð. Vit lógu so tætt undir liðini á hvørjum øðrum, at vit sóu teir fara eitt sindur framum okkum. Fyri okkum hevði tað leygardagin, sum tað altíð hevur tað, sera stóran týdning, at vit ikki mistu teir úr eygnakrókunum. Á Norðoyastevnu vísti tað seg, sum tað so mangan áður hevur gjørt tað, at endaspurturin hjá okkum roynist betri, enn hann ger hjá teimum. Ta ferðina vóru vit akkurát ov stuttir. Hesa ferð eydnaðist tað, og tað hevur ógvuliga stóran týdning fyri FM kappingina.
Tað er ein av royndu monnunum umborð á Eysturoyingi, bátsformaðurin Hilmar Sam Lamhauge, sum greiðir okkum frá róðrinum. Tølini í teimum báðu fyrstu FM kappingunum siga, at nógv skal venda upp, sum nú vendir niður, um tað ikki bara verður kapping millum Eysturoyingin og Nólsoyingin um FM. Á Norðoyastevnu var frástøðan aftur til teir næstu seks sekund. Leygardagin var hon sjey sekund ella meiri enn tvær bátslongdir.
Men er tað ikki mest sum ov vandamikið hjá tykkum at bíða so leingi, at tað ikki er fyrrenn á sjálvari málstrikuni, at tit taka Nólsoyingin?
- Soleiðis ber ikki til at seta tað upp. Allir umborð á báðum bátunum geva alt, sum teir hava í sær. Um tú vendi tí hin vegin og spurdi nólsoyingar, hví teir ikki fóru eitt vet longri frá okkum, áðrenn farið varð undir endaspurtin, so ivist eg ikki í, at teir høvdu svarað júst tað sama. Vit royndu tvær ella tríggjar ferðir at taka teir, men teir megnaðu at svara aftur. Tá kennist tað tungt, men vit løgdu á aftur eina ferð afturat. Tá ið vit vóru komnir á mál, roknaðu vit ikki við, at tað hevði eydnast hjá okkum at vinna. Tú kanst ætla, at tað smakkaði væl at fáa góðu tíðindini, og nú er FM kappingin púra opin. Um teir aftur høvdu havt vunnið hesa ferð, so hevði tað kenst tungt hjá okkum at roynt at drigið fýra stig inn á teir, staðfestir Hilmar Sam Lamhauge.

Bara tveir stuttir teinar
Eftir róðurin í Hósvík er javnt í stigum millum Nólsoyingin og Eysturoyingin. Báðir hava tólv stig. Hoyvíkingur er næstur teimum. Hann hevur átta stig. Á Norðoyastevnu var Hoyvíkingur eina bátslongd undan Vágbingi. Í Hósvík var Havnarbáturin næstur aftaná Hoyvíkingi. Fjarstøðan teirra millum var bara eitt stórt sekund ella skuturin, og frá Havnarbátinum og aftur til Vágbingin, sum higartil ikki hevur livað upp til tað, sum fleiri høvdu roknað við, var bara 3/25 av einum sekundi.
Við allari virðing fyri teimum næstu, so hava teir báðir fyrstu róðrarnir víst, at FM kappingin er millum Eysturoying og Nólsoying. Tá ið mett verður um vánirnar, verður ofta mett út frá, hvørjum teinum tað skal kappast á.
Í Klaksvík var teinurin 1500 metrar. Í Hósvík var hann 2000 metrar, og tað verður hann eisini trý tey næstu vikuskiftini - á Trongisvágsfirði, á Fuglafirði og á Skála. So verður kappast á væl styttri teinum í Miðvági og á Ólavsøku. Onkur ár eru fleiri róðrar á styttru teinunum. At tað í ár bara verða tveir róðrar á stuttum teini, kann fara at vísa seg at fáa stóran týdning, og tað er sjálvandi møguleiki fyri, at onkur, sum higartil ikki hevur verið við í FM kappingini, fer at fáa fleiri stig. Men fyribils hugsa teir um borð á 10-mannaførunum um Jóansøkuna á Tvøroyri.

Úrslit, 10-mannafør
1Eysturoyingur09:06.01
2Nólsoyingurin09:06.06
3Hoyvíkingur09:13.04
4Havnarbáturin09:14.12
5Vágbingur09:14.15
6Skálabáturin09:23.22