Vanliga skrúðgongan á Eystanstevnu, hevur í nøkur ár verið skipað sum karnevalur, tá
stevnan hevur verið sett. Nú vilja Eysturoyingar hava fleiri fólk í karnevali. Karnevalurin hevur verið mannaður av ítróttarfólki, við fleiri hundraðtals luttakandi hvørt ár.
-Fyri at fáa Karnivalin enn størro, verða øll bjóðað at fylgjast við ítróttarfólkunum. Øll, sum eru í stevnuhýri og hava hug at luttaka verða biðin um
at møta í ítróttarhøllini í Runavík fríggjadagin, 10 juni, kl. 18.00, siga fyrireikararnir í dag.
Evnið 2011 er lond.
-Her vænta vit at luttakararnir fara at lýsa evnið við fløggum, búnum ella øðrum, siga fyrireikararnir.