Eysturoyingar til Vágs at svimja


Svimjing

Trý svimjifeløg úr Eysturoy, Flot á Toftum, Skeggjar úr Gøtu og Fuglafjarða Svimjifelag, eru í vikuskiftinum í Vági, har tey taka lut í stóru SUM-svimjikappingini, sum byrjaði longu í gjárkvøldið og endar sunnudagin.
Thomas Kjelnæs í Rytuvík, sum er næstformaður í nevndini í Flot, stakk inn á gólvið á Eysturoyarredaktiónini fríggjamorgunin at bera okkum hesi tíðindi.
Hann sigur, at kappingin í Vági verður skipað fyri árgangirnar 91-93, bæði fyri
gentur og dreingir.
- Vit fara suður til Vágs við 16 svimjarum úr Floti, sigur hann.


Svimjarar úr
øllum landinum

Thomas væntar annars, at svimjarar úr flest øllum svimjifeløgum í landinum verða
við í SUM-kappingini í Vági.
Kappingin verður skipað í fleiri greinum, og medaljur verða handaðar teimum, sum fáa tey bestu úrslitini.
Thomas vísir á, at svimjing er vetrarítrótt, og vanliga eru tær fyrstu grand prix-kappingarnar tíðliga um heystið. Síðan eru fleiri kappingar um veturin og út á várið, og hetta er so ein av øllum.
- Svimjiárið endar um nakrar vikur, og seinasta tiltakið á skránni hjá Svimjisambandi Føroya er FM í øllum aldurbólkum.
Thomas Kjelnæs fegnast um, at svimjing er vorðin ein av ítróttargreinunum í Eysturoynni.
- Flot á Toftum hevur eftirhondini nøkur ár á baki, og vit hava megnað at verið við í kappingunum um medaljurnar, sigur hann.


Myndatekstur: (mynd av tilvildarligum svimjarum)

Í vikuskiftinum er stór svimjikapping í Vági fyri árgangirnar 1991-1993.
Kappingarnar byrjaðu fríggjakvøldið og enda sunnudagin.