Fyri fyrstu ferð síðani í 1999 eydnaðist tað Eysturoyinginum at vinna á Ólavsøku. Tað vóru teir sjálvandi ógvuliga væl nøgdir við. Eysturoyingur var meistari í 2002 og í 2003. Men tær báðu ferðirnar vunnu teir ikki á Ólavsøku. Vestmenningur vann í 2002, og Havnarbáturin vann á Ólavsøku í 2003.
Eysturoyingur var suverenur í góðveðrinum hósdagin. Hann fekk góðan start. Vágbingur royndi at bjóða av, men tað var ikki hugsningur um. Á málinum var Eysturoyingur leysur av Vágbinginum, sum rakk besta úrslitinum í ár. Kappingin um næstfremsta plássið var rættuliga tøtt. Tað var ikki leyst til Havnarbátin, Nólsoying, Hoyvíking og Skálabátin.
Árabløðini eru ikki meiri enn tornað, so eru teir farnir at tosa um, hvussu tað verður næsta ár. Enn er langt til Norðoyastevnuna, sum verður síðsta vikuskiftið í mai. Men eingin ivi er um, at teir umborð á Eysturoyingi ætla sær at halda fram at kappast, og teir hava funnið sær nýggj mál, sum teir ætla at røkka:
- Síðani í 1998 hava fleiri okkara vunnið fimm FM heiti. Í áttati árunum vunnu nólsoyingar seks ferðir. Vit hava sett okkum fyri at arbeiða fram ímóti at leggja upp á síðuna av teimum. Og so er ætlanin at arbeiða fram ímóti at vinna fleiri FM róðrar, enn nakar annar hevur vunnið í 10- mannaførum, sigur Hilmar Sam Lamhauge, bátsformaður á Eysturoyingi.
Hvussu nógvar sigrar er talan um?
- Tað hevur verið tosað og skrivað um hetta. Havnarbáturin var framúr í sjeyti árunum. Frá tí at tað í 1973 varð farið undir at kappast um FM eftir galdandi skipan, vunnu teir FM sjey ferðir á rað. Tað var bara í 1973, at teir vunnu allar róðrarnar. Sambært upplýsingum, sum vit hava fingið frá onkrum, sum róði tá, so hevur tann, sum hevur vunnið flestar sigrarnar, vunnið 24 ferðir. Um onkur situr við betri vitan, so vilja vit fegnir frætta.
Hjá fleiri umborð á Eysturoyingi skulu ikki so nógvir sigrar til afturat, áðrenn teir røkka 24 FM sigrum. Sámal Hansen hevur vunnið 23 ferðir, Ludvík Justinussen hevur vunnið 20 ferðir, og Hilmar Sam Lamhauge hevur vunnið 17 ferðir.
Í gjár fór ein av manningini á Eysturoyingi, Gudmund Danielsen, á ítróttarskúla. Hann verður ikki aftur fyrrenn í juni næsta ár. Jón Rosenblad býr framvegis í Danmark, og tað er kanska eitt sindur ivasamt, hvussu tað verður við umstøðunum hjá honum at rógva. Í løtuni eru allir, sum vóru við til at vinna FM við Eysturoyingi, sinnaðir at halda fram.
Ólavsøkuaftan ljóðaði, at klaksvíkingar umhugsa at manna Klaksvíkingin, sum hevur staðið í neystinum trý tey seinastu árini, og í Havnar Róðrarfelag halda teir, at tað eru vánir fyri, at tað eftir millumár nú fer at eydnast at fáa Havnarbátin fram aftur í oddin.
- Vit halda, at tað er mest hugaligt at rógva, tá ið kappingin er stór og tøtt. Tí er tað hugaligt at frætta, at tað eru fleiri, sum fara at leggja nógv fyri. Eg rokni avgjørt við, at Vestmenningur aftur fer at vera at síggja, og tað hevði verið best fyri kappróðurin, um fleiri høvdu verið møguligir vinnarar í øllum róðrunum, heldur Hilmar Sam Lamhauge.
Hann er 27 ára gamalur, og saman við bátsfeløgunum, sum eru úr 35 árum og niðureftir, hevur hann sett sær nýggj mál! Eftir suverent ár hjá Eysturoyingi tykjast fleiri ætla sær at bjóða Eysturoyingi av næsta ár. Fyri kappróðurin og kappróðraráhugað er hetta hugaligt.