VALIÐ
Fólksins dómur er eirindaleysur. Tey vilja ikki lata seg lynda innanhýsis stríðið og rumblið sum er og hevur verið í Sjálvstýrisflokkinum. Flokkurin fekk bert 434 atkvøður á valinum týsdagin ella 1,6 prosent, og tað eru 1169 atkvøður færri í mun til seinasta fólkatingsval. Formaður floksins, Sámal Petur í Grund, fekk bert 73 persónligar atkvøður í mun til 1119 seinast. Sostatt er úrslitið ikki minst ein rættiligur frammaná til formannin sjálvan.
- Vit høvdu ikki góðar vónir til úrslitið. At hava formansval í einum valdysti hevur verið ógvuliga óheppið kunnu vit siga aftaná. Vistu vit, at fólkatingsval kom nú, høvdu vit umhugsað formansvalið eina ferð enn. Hvørki landsnevnd ella starvsnevnd eru farnar til verka. Valstríðið hjá okkum hevur tí verið hálvhjartað, ongar plakatir eru hongdar upp, og vit hava sum heild lítið og einki gjørt burturúr. Tískil hava fortreytirnar fyri einum rímiligum vali verið ógvuliga vánaligar, sigur Sámal Petur í Grund.
Einki fólkatingsval hevur hilnast so illa fyri Sjálvstýrisflokkin sum hetta síðani 1953. Tó vánalig val hava eisini verið í nýggjari tíð. Í 1994 førdi rumblið sum tá var eisini til eitt vánaligt valúrslit. Valið í 1998 hinvegin hevði flokkurin veruliga viðvind við bert trimum valevnum.
- Tað er nóg mikið at hava trý valevni, tá ið tað gongur væl, men alt ov lítið, tá ið flokkurin er í mótvindi. Eg rokni við, at um vit høvdu fleiri valevni at velja ímillum, høvdu vit fingið eitt frægari úrslit. Flokkurin hevur fýra virknar politikarar, men bara helvtin stillar upp. Fólk hava helst tikið tað sum eitt vánaligt tekin, ikki minst tá ið umboðið fyri Havnina ikki stillaði upp. Úrslitið hevði ivaleyst sæð væl øðrvísi út um Helena Dam á Neystabø stillaði upp. Úteftir hevði tað víst, at flokkurin hóast alt stóð saman.
Eitt er rumblið, sum hevur verið í Sjálvstýrisflokkinum, annað er rumblið sum hevur verið um persónin Sámal Petur í Grund. Hann himprast ikki við at siga, at persónligu viðurskiftini í hansara privata lívi eru ein orsøk til, at valúrslitið er so vánaligt. Fyri tveimum árum síðani fóru Sámal Petur í Grund og konan hvør til sítt, og hetta verður hann nú revsaður fyri, heldur hann.
- Eysturoyingar og serliga mítt nærumhvørvi harta meg fyri tað sum er hent í mínum privata lívi, kann eg lesa út frá valúrslitinum. Tað kennist sum vantandi forstáilsi og sum so skilji eg tað væl, hóast eg haldi, at fólk eiga at skilja ímillum meg sum privatpersón og politikara. Tað kom óvart á meg, at tey so dyggiliga venda mær og flokkinum bakið.
Men orsøkin til vánaliga úrslitið er ikki einsamøll at finna hjá flokkinum og formanninum, heldur Sámal Petur í Grund.
- Polariseringin í føroyskum politikki er eisini ein orsøk til, at Sjálvstýrisflokkurin er dottin burtur ímillum. Í veljarakanningum undan valinum fekk flokkurin umleið 3 prosent, men so hvørt valið er nærkast og spenningurin um, hvør fór at vinna, er vorðin størri, er flokkurin púra fallin uttanfyri. Fólk hava hugsað sum so, at valið ikki hevur so nógv at siga fyri Sjálvstýrisflokkin, og tí hava eisini sjálvstýrisfólk valt at stuðla onkrum øðrum, sum hava havt størri møguleika at koma inn. Rumblið, sum hevur verið í flokkinum, hevur so ikki gjørt tað betri fyri okkum.
Sámal Petur í Grund ætlar at reisa seg aftur sum politikara og hevur í hyggju at gera alt fyri, at flokkurin fær eitt gott løgtingsval.
- Eg stúri ikki fyri, at vit fáa so vánaligt úrslit til løgtingsvalið. Vit hava áður fingið vánalig úrslit á fólkatingsvalum og góð úrslit stutt eftir á løgtingsvali, sigur Sámal Petur í Grund.










