Seinnapartin í dag verður annar FM róðurin í hesum árinum. 57 bátsmanningar hava boðað frá luttøku á skálafjarðarstevnuni ella á eystanstevnuni, sum 40 ára gamla stevnan nú alment verður nevnd. Luttakaratalið er tað sama, sum tað var á norðoyarstevnu og í flestu róðrunum eru luttakandi bátarnir nett teir somu, sum teir vóru á norðoyarstevnu.
Eitt av teimum heilt fáu undantøkunum er, at 10-mannafarið Kjølur úr Kollafirði fer at rógva á Skálafjørðinum. Hann var ikki við fyri tveimum vikum síðani. Talið á 10-mannaførum verður kortini tað sama, sum tað var í Klaksvík. Klaksvíkingur, sum var klárt aftastur í heimasjógvi, er drigin í neystið, og tað er sera lítið sannlíkt, at hann verður at síggja aftur fyrrenn á norðoyarstevnu komandi ár.
Sambært kappingarskipanini hava 92 bátsmanningar boðað frá luttøku í kappróðrarárinum ár 2000. Luttøkan á norðoyarstevnu og aftur nú á Skálafjørðinum boðar tískil frá, at tað eru 35 róðrarmanningar, sum hava ætlað sær at tikið lut, men sum higartil hava meldað frá til teir báðar fyrstu kappingarnar. Á yvirlitinum í skipanini sæst, hvørjar tær 35 manningarnar eru, sum kanska hava ætlað sær at tikið lut, men sum ikki enn hava hildið seg til. Millum teirra eru fýra 10-mannafør: Suðringur, Tívil (gamli Nólsoyingur), Vestmannabáturin (gamli Vestmenningur) og Skálabáturin.
Tað kemur fyri, at sjálvt um bátar ikki eru við í øllum róðrunum og tískil ikki hava møguleika at kappast um FM, so megna teir at fyrireika seg væl til ólavsøkuna. Tað ber framvegis til hjá teimum, sum higartil ikki hava verið við, at vera við á ólavsøkuni, men nú skulu tær manningarnar skjótt vísa seg, sum ikki hava verið við higartil, men kanska ætla sær at vera við á ólavsøku. Reglarnir siga, at fyri at sleppa upp í part á ólavsøku, so skal bátur frammanundan hava verið við í minst trimum FM kappingum.
Seingjarliggjandi
Tað er sjálvsagt spenningur um allar róðrarnar í dag. Vanliga er áhugin serliga stórur fyri 10-mannaførunum. Á norðoyarstevnu var kappingin millum 10-mannaførini tættari, enn hon var í nøkrum av hinum róðrunum. Tí er spenningurin serliga stórur fyri síðsta róðrinum í dag.
Ein av spurningunum er, um tað hesa ferð fer at eydnast nýggja Havnarbátinum at vinna. Hann var leingi fremstur á norðoyarstevnu, men á teimum síðstu tvey hundrað metrunum át nýggi Vestmenningurin seg fram á fyrsta plássið. Teinurin á Skálafjørðinum er tvey túsund metrar. Í Klaksvík róðu 10-mannaførini 1500 metrar. Tað vil við øðrum orðum siga, at treystleikin hevur stóran týdning.
Fyri tveimum árum síðani var talan um uppvísningsróður í heimasjógvi, tá Eysturoyingur so at siga einsamallur stevndi á mál. Á norðoyarstevnu tapti Eysturoyingur tann fyrsta av trettan róðrum, sum hann hevur verið við í. Tapið var serliga dygt, tí teir endaðu á fjórða plássi.
Í sambandi við norðoyarstevnuna søgdu vit, at teir á Eysturoyinginum hava verið óhepnir í ár. Tveir av manningini vóru skaddir stutt undan bygdarstevnuni á Skála. Annar teirra kom umborð aftur stutt undan fyrsta FM róðrinum, meðan hin framvegis gongur skaddur. Manningin á Eysturoyinginum hevur avgjørt ikki avskrivað seg sjálva í FM kappingini, men ir hava ikki havt optimalar umstøður undan róðrinum í heimasjógvi:
? Vit fingu ein nýggjan mann umborð fyrsta venjingarkvøldið eftir norðoyarstevnu. Eykamaðurin, sum var við í Klaksvík, hevði ikki umstøður at brúka so nógva tíð uppá venjingina, sum tað er neyðugt, um vit skulu hugsa um at vera millum teir fremstu. Men nú hevur tað verið neyðugt hjá okkum aftur at fáa ein eykamann umborð, og sami maðurin hevur tíbetur játtað at hjálpa okkum eina ferð afturat.
Hetta sigur Ludvík Justinussen. Hann er bátsformaður umborð á Eysturoyingi. At tað hevur verið neyðugt at fáa eykamann umborð til stevnuna í Runavík, kemst av, at tríggir av føstu monnunum í hesi vikuni hava verið seingjarliggjandi við krími og høgum hita. Bátsformaðurin hevur verið ein teirra, men tá vit fregnaðust hóskvøldið, var hann komin so mikið fyri seg aftur, at hann roknaði heilt víst við at vera við í dag.
? Eg veit ikki rættuliga, hvat hetta er. Onkrir av dreingjunum umborð á Tjaldrinum hava eisini verið eitt sindur illa fyri, men teir eru komnir fyri seg aftur.
Hví gekk so illa hjá tykkum á norðoyarstevnu?
? Sum tit áður hava sagt, so hava vit verið óhepnir í ár. At vit kortini halda okkum hava ein møguleika í dag, kemst m.a. av, at vit vita, at vit gjørdu eitt stórt mistak í Klaksvík. Eg fari ikki at siga, hvat mistakið var, men vit ætla ikki at endurtaka mistakið, og um vit sleppa undan tí, so haldi eg, at vit hava møguleika at blanda okkum upp í kappingina, sigur Ludvík Justinussen.
Innanhýsis kapping
Í kappingini millum 8-mannafør var Argjabáturin fremstur so at siga allan teinin í Klaksvík. Í Runavík siga teir, at tað síðani á norðyarstevnuni hevur ligið væl fyri hjá Toftabátinum.
Í Norðlýsinum í síðstu viku segði Martin Venned, sum bæði í fjør og í fyrraárið var umborð á Eysturoyingi og sum nú er bátsformaður umborð á Nevinum Reyða í Klaksví, at hann avgjørt roknar við, at tað er meiri í teimum, enn tað, sum teir vístu í fyrstu kappingini. Nevið Reyða var nummar trý í Klaksvík. Sjálvandi hava argjamenn fyrireikað seg væl til róður í dag. Men ivaleyst verður róðurin spennandi.
Kvinnurnar umborð á Jarnbardi vóru so sannførandi í Klaksvík, og tað er ilt at síggja, hvagani mótstøðan skal koma. Tað varð roknað við nýggja Gongurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.
Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.
Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.
Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.
Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.