Eysturoyingar fáa nýggja fimleikahøll um tvey ár

Fimleikafelagið Støkk hevur nú fingið byggiloyvi til eina nýggja fimleikahøll. Tað er greitt eftir býráðsfund í Runavík í hóskvøldið

Tað er TN Bygging, sum skal nýggja fimleikahøllina og nú varð ætlanin komin so mikið áleiðis, at klárt var at biðja um byggiloyvi og tað samtykti Runavíkar Býráð einmælt í gjárkvøldið.

Tilsøgn er eisini fingin frá Norðoya Sparikassa um fíggingina.

Ludvík Justinussen, formaður í bygginevndini fegnast um at teir síðstu brikkarnir nú eru komnir á pláss.

Hann sigur, at gongst sum ætlað, verður farið undir útgrevsturin beint eftir páskir og um tvey ár stendur høllin so liðug.

Høllin verður 1700 fermetrar stór og hon kostar 21,5 milliónir.

Formaðurin í bygginevndini sigur, at høllin er gjørd til at hýsa øllum fimleikinum hjá Støkk og tað verður eitt stórt framstig, tí sum er, húsast felagið í fleiri hølum.

Millum annað hevur Høllin eina høll til reiðskapsfimleik, eina høll til estetiskan fimleik og tær høllirnar lúka altjóða krøv.