Eysturoyggin og Runavíkar Kommuna við skerdan lut

Lutfalsliga er Eysturoyggin við við skerdan lut tá tað kemur til ársverk hjá landinum, (sí talvu) í mun til fólkatali. Eysturoyggin er afturútsigld á so at siga øllum økjum, tá tað snýr seg um almennar stovnar, og almenn ársverk, og tað tykist sum bert Klaksvík (12% av fólkatalinum) og Suðuroyggin (9,3% av fólkatalinum) eiga lut í almennum stovnum og ársverkum, meðan Eysturoyggin hevur 22% av fólkatalinum, men lítlar og ongar sømdir tá tað kemur til almenn ársverk og almennar stovnar í mun til fólkatalið.

Sambært talvuna hjá Fíggjarmálaráðnum fær Eysturoyggin bert 128,6 mió., meðan lutfallið í mun til samlaðu útreiðslurnar átti at hækkað við 260,9 mió. kr., og ársverkini hækka við meira enn 600 ársverkum.

##med2##

Hetta hevði ført til eina meiri inntøku uppá uml. 52 mió. kr. í kommu kassanum hjá kommununum í Eysturoynni, og um hesar upphæddir vóru býttar í lutfallinum til kommunurnar í Eysturoynni, kundi t.d. Runavíkar Kommuna haft eina meiri inntøku uppá millum 25 og 30 mió. krónur. Ein slík upphædd hevði gjørt góðan mun, t.d. til:

• Miðja framímóti at lækkað skattaprosentið, og tænastugjøld.

 Seta størri ferð á útstykkingar av grundstykkjum til sethús og vinnufyritøkur, og byggibúgva grundøkir til móttøku av almennum stovnum.

• Byggja svimjihøll og ítróttahús til NSÍ.

 Útbyggja Runavíkar Havn, og tryggja øll hugsandi Markvirðir.

Møguleikarnir eru nógvir, eins og støðan kundi verði hin sama fyri hinar kommunurnar í Eysturoynni,

Er tað rætt og rímiligt at t.d. Klaksvík og Suðuroyggin fáa 100% fleiri ALMENN ársverk enn Eysturoyggin, tá fólka grundarlagið er líka stórt sum Klaksvík og Suðuroyggin tilsamans? 

Klaksvík og Suðuroyggin fáa almennar skattakrónur í sínar kassar, sum av røttum, skuldi enda í kommunukassunum hjá kommununum í Eysturoynni. Hetta er ein sera álvarsom avbjóðing sum hevur lagt stórt trýst á allar skattaborgarar í Eysturoynni, og ikki minst á størstu kommununa í Eysturoynni: Runavíkar Kommunu, og tí er neyðugt at fremja broytingar ongantíð ov skjótt á hesum øki.