Eysturoyartunnilin kostaði Copenhagen Infrastructure I K/S og P/F Føroya Lívstrygging góðar tvær milliónir krónur.
Felagið Faroese Infrastructure Holding, sum gjøgnum dóttirfelagið, Eysturoyartunnilin P/f,ætlaði sær at byggja og reka Eysturoyartunnilin, er nú farið í likvidatión.
Felagið hevði í seinasta grannskoðaða roknskapinum, sum var fyri 2013, eitt hall upp á slakar 2,3 milliónir krónur. Partapeningurin var 5 milliónir krónur, og tí er bókaði eginpeningurin fyri 31. desember í 2013 slakar 2,8 milliónir krónur.
Stjóri í P/F Eysturoyartunlinum og í Faroese Infrastructure Holding var Ingi Højgaard, sum eisini er settur sum likvidator í báðum feløgunum, sum nú eru endað í Skiftirættinum.
Nevnd og stjórn var tann sama í báðum feløgunum: Nevndarformaður var Rune Bro Róin. Hinir nevndarlimirnir eru Christian Troels Skakkebæk, Henrik Rossing Lønberg og Jan Jakobsen.










