Eysturoyartunnilin avgerandi fyri um samgongan slitnar

Verður ongin Eysturoyartunnil nú, slitnar samgongan

Klárar samgongan ikki at finna eina semju um Eysturoyartunnilin, er hon fokin.

Tað er Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, sannførdur um.

 

 Hann staðfestur, at heili  níggju tinglimir eru úr Eysturoy, tað er meiri enn fjórðingurin av øllum Løgtinginum.

 

Hartil eru allir níggju tinglimirnir úr Eysturoy í samgongu.

 

Spurningurin er so, hvørja støðu Sjálvstýrisflokkurin kemur til, nú Kári P. Højgaard er koyrdur frá sum landsstýrismaður í innlendismálum.

 

Sjey av tinglimunum úr Eysturoy hava staðfest, at Eysturoyartunnilin skal gerast nú og at samgongan tolir ikki, at ætlanin verður slept.

 

Hinvegin leggja tinglimirnir úr Eysturoy ikki í, um tunnilin verður almennur ella privatur, bara hann kemur.

 

Kári P. Højgaard vísir á, at tað eru tríggir tinglimir í samgonguni sum eru atvoldin til, at sáttmálin við privata felagið ikki varð undirskrivaður.

 

Hann hugsar um  Bárð Nielsen, Bjarna Djurholm og Jenis av Rana.

 

- Eg haldi, at teir tríggir hava eina serliga skyldu til at virka fyri, at finna eina semju um tunnilin, sigur hann.

 

Samstundis hevur andstøðan havt ein virknan leiklut at forkoma privatu ætlanini, men hevur mælrt til ein almennan tunnil. 

Men hvør loysnin verður, heldur hann, at tað er ómøguligt at siga.

 

Men nú øll eru samd um, hvussu fantastiska góð hendan íløgan er, kann tað ikki bera til, at ætlanin verður av ongum, sigur Kári P. Højgaard.

 

Talan er um ein royndarstund fyri samgonguna, tí tað eru bara 16 atkvøður fyri einum privatum Eysturoyartunli.

 

Verður Sandoyartunnilin knýttur upp í, kunnu eisini Gerhard Lognberg, og kanska somuleiðis Páll á Reynatúgvu, fáast at atkvøða fyri.

 

Men so eru tað aðrir tinglimir úr samgonguni, sum fella frá, tí teir vilja ikki vita av, at  Sandoyartunnilin verður knýttur upp í Eysturoyartunnilin, siga keldur í samgonguni.

 

Ein av teimum, sum er ímóti at knýta báðar tunlarar saman, er Alfred Olsen, tað hevur hann boðað frá alment.

 

Samstundis hava halda tinglimir í samgonguni, at tað er neyðugt, at samgongan fyrst finnur stevið og er samd, um, hvat ber til og ikki, áðrenn tosað verður við andstøðuna.