Eysturoyartunnilin á tingborð í morgin

Á tingfundinum í morgin fer Henrik Old at svara einum skriftligum fyrispurningi frá Heðini Mortensen um Skálafjarðatunnilin.

Á tingfundinum í morgin fer Henrik Old at svara einum skriftligum fyrispurningi frá Heðini Mortensen um Skálafjarðatunnilin.

 

Heðin Mortensen spyr, um nøkur nýggj kostnaðarmeting gjørd av ávíkavist Eysturoyar- og Sandoyartunlinum. Hann spyr eisini, um nøkur nýggj kanning gjørd um nytturvirðið av Eysturoyartunlinum.

 

Heðin Mortensen spyr eisini, um linjuføringin av Eysturoyartunlinum endaliga staðfest, um tað er endaliga staðfest, at Sandoyartunnilin ikki skal liggja um Hest, og um kanningar um skaktir ella spiralar verða gjørdar í hesum sambandi.

 

Hann vil eisini hava at vita, um landsstýrmaðurin metir, at løtan búskaparliga er tann rætta til íløgu í Eysturoyartunnilin, har gott vegasamand longu er frammanundan.

 

At enda vil Heðin Mortensen hava at vita, um landsstýrismaðurin metir, at Eysturoyartunnilin samfelagsbúskaparliga eigur at hava hægstu raðfesting, tá hugsað verður um framtíðar íløgur og rakstrarúrteiðslur av at hava Smyril siglandi til Suðuroyar.

 

Í viðmerkingum til fyrispurningin sigur Heðin Mortensen, at um tað verður samanborið við norskar prísir, so meta fólk í vinnuni, at samlaði kostnaðurin fyri Eysturoyar- og Sandoyartunnilin í dag liggur um tríggjar milliardir krónur, um Eysturoyartunnilin skal vera trýsporaður. Tað merkir, at kostnaðurin eftir stuttari tíð er hækkaður við triðingi. Sera ivasamt er tí, hvat endaligi prísurin verður.

 

– Trygdarkrøv av ymsum slagi eru og verða munandi herd, hetta økir eisini um kostnaðin, eisini fyri kommunurnar við endarnar. Ein nýggj kanning av nyttuvirðinum er neyðug, fyri at tað almenna kann taka endaliga støðu, sigur Heðin Mortensen.