Í lýsing síni av verkætlanini um ein Eysturoyartunnil sigur tilmælisbólkurin, sum hevur gjørt tilmæli um ein leist fyri tunnilin, at talan er um eina sera lønandi íløgu fyri samfelagið sæð frá kost-nyttu sjónarmiðum.
Hetta hóast varisligar metingar verða brúktar, og hóast hædd verður tikin fyri váðanum í verkætlanini.
- Verkætlanin er sambært øllum ferðslukanningum væl før fyri at fíggja seg sjálva við brúkaragjøldum.
Lagt verður aftrat, at samfelagsnyttan stavar serliga frá spardari tíð, spardum brennievni og minni sliti á bilar.
- Verkætlanin ber seg somikið væl, at hon kann gerast ein møgulig inntøkukelda hjá tí almenna í framtíðini, um ein ynskir tað.
Sagt verður í tilmælinum, at Eysturoyartunnilin kann verða við til at fíggja viðlíkahald og framhaldandi menning av undirstøðukervinum.
Jørgin Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði í dag við Rás2, at Eysturoyartunnilin skal gerast, antin av einum almennum partafelag ella eftir APS-leistinum, tað vil siga í almennum-privatum samstarvi.
Hann segði, at landsstýrið hevur tikið tilmælini til sín, og tí verður Eysturoyartunnilin antin gjørdur av einum almennum partafelag ella í samstarvi við eitt privat felag.
- Formenninir í samgonguflokkunum og samgongumeirilutin í fíggjarnevndini fara nú at arbeiða víðari við hesum báðum møguleikunum, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.