Songkvinnurnar úr Eysturoynni, Elsa Sevdal Gunnarsdóttir og Jeanett Holm fara at hava livandi tónleik leygarkvøldið 4. juni í Kí Høllini, og tað er í samband við Norðoyarstevnu Festivalin.
Norðoyarstevnu Festivalurin fer av bakkastokki um minni enn ein mánað, og nú kunngera fyrireikararnir enn eitt navn aftrat skránni.
Talan er um Elsu Sevdal Gunnarsdóttir og Jeanett Holm, og tær spæla í Kí Høllini leygarkvøldið 4. juni.
Hesum boðar festivalurin frá í dag.