Ein sonevndur jólabussur fer at koyra runt í Eysturoynni við jólamonnum, og teir fara at vitja flestu kommunur, sum eru limakommunur í Eysturoyar Kunningarstovu.
Jólabussurin verður prýddur við granni og ljósum, og jólamenninir fara at býta pakkar ella karamellur út.
Koyrt verður runt í bygdunum/býunum, og bussurin steðgar við jólatrøini.
Fyrivarni verður tó tikið fyri koyrilíkindunum.
Skráin er henda:
10.00Skáli
11.00Eiði
12.00Oyrabakki
13.00Funningur
14.00Oyndarfjørður
15.00Runavík
16.00Gøta
17.00Leirvík
18.00Fuglafjørður
Eysturoyar Kunningarstova ynskir øllum eini Gleðilig Jól.