Peel Castle, Isle of Man

Eysturkommuna vitjað á Isle of Man

Eysturkommuna er sum fyrsta kommuna í Føroyum vorðin limur av Destination Viking Association.

Peel Castle, Isle of Man

Í hesum døgnum hevur umboð fyri Eysturkommunu vitjað á Isle of Man. 

 

Orsøkin er, at Eysturkommuna, sum fyrsta kommuna í Føroyum, er vorðin limur av Destination Viking Association.

 

Destination Viking Association marknaðarførir konseptið, Follow the Vikings.

 

- Follow the Vikings er ein slóð ígjøgnum Norðurevropa og Normandíið, har felagsskapir, kommunur og søvn saman marknaðarføra søgu víkinganna.

 

Tað vita tey í Eysturkommunu í dag at siga.

 

Hyggið eisini á síðuna hjá Eysturkommunu - https://www.followthevikings.com/visit/the-north-atlantic

 

 

 

Peel Castle, Isle of Man