Eysturkommuna vind í seglunum

Avlopið hjá Eysturkommunu í fjør var 22,7 milliónir krónur, og fremsta orsøkin til tað var, at inntøkurnar frá persónsskatti settu met við 77,6 milliónum krónum

Eysturkommuna hevði vind í seglunum í fjør, vísir roknskapurin fyri 2015, sum hevur eitt avlop upp á 22,7 milliónir krónur. Samlaðu inntøkurnar vóru 104,3 milliónir krónur, sum er 17,7 milliónir meira enn mett, men hinvegin vóru rakstrarútreiðslurnar í 2015 upp á 75 milliónir umleið 800.000 krónur lægri enn mett.



Allíkavæl eru rakstrarútreiðslurnar hækkaðar nógv í mun til 2014, og kemst hetta av, at kommununar yvirtóku eldraøkið tann 1. januar í fjør, so har er talan um eina øking upp á 15,4 milliónir krónur.



- Tað, sum munaði mest, var at persónsskattainntøkurnar í fjør settu met við 77,6 milliónum krónum, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen.



Nýggja býráðshúsið tann størsta einstaka íløgan hjá kommununi júst nú, og mett verður av tí sama, at nettoskuldin hjá Eysturkommunu við árslok í ár verður umleið 30 milliónir krónur ella um 30 prosent av einari álíkning.



Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Jóhan Christiansen.