Eysturkommuna rakstrarætlan á 70 mió

- Talan er um rakstrarætlan á 70 miljónir krónur umframt íløguætlan fyri 18 miljónir krónur, sigur kommunan.

Fíggjarætlanin fyri Eysturkommunu fyri árið 2015 er nú góðkend og løgd út á heimasíðuna hjá kommununi.

 

- Talan er um eina rakstrarætlan á 70 miljónir krónur umframt eina løguætlan fyri 18 miljónir krónur.

 

Orsøkin til, sigur kommunan, at munandi hægri rakstrarætlan er fyri næsta ár í mun til undanfarin ár, er, at eldraøkið í nýggja árinum verður lagt út til kommunurnar at umsita.

 

- Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava gjørt eina samstarvsavtalu sum inniber, at umsitingin av eldraøkinum verður í Eysturkommunu.

 

- Kommunurnar báðar samstarva eisini um barnavernd, ið verður umsitin av Fuglafjarðar kommunu, veit Eysturkommuna at siga í dag.