Nú skal tað vera meira lokkandi hjá fólki at búseta seg í Eysturkommunu, sum hevur sett grundstykkjaprísin niður í helvt.
Frammanundan var grundstykkjaprísurin í kommununi 300 krónur fyri fermeturin, men hann er nú farin niður í 150 krónur fyri fermeturin.
Haraftrat hevur býráðið í Eysturkommunu samtykt, at íbindingargjaldið, sum hevur verið 20.000 krónur, skal takast av.
- Tað er ikki tí við brenna inni við kommunalum grundstykkjum, sigur Johan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu: