Sløkkiliðið í Eysturkommunu sigur í morgun, at standurin er ringur í kommununi í morgun, tí øgiliga nógvir skaðar eru júst nú. Rútar eru brotnir og hurðar eru farnar inn í gjøgnum.
- Onkrar tekjur og klædningar eru byrjað at ríva, sum vit nú royna at tryggja, sigur Sørin Djurhuus í morgun.
Hann sigur, at nógv liggur og fýkur runt í bygdunum, og at brandbilarnir í morgun hava fingið materiellan skaða orsaka av tingum, sum fúka í illveðrinum.
- Fólk mugu halda seg innandura í morgun, tí so nógv liggur leyst og fýkur, sigur Sørin Djurhuus.
In.fo fylgir støðuni.









