Vikuskiftið 3.-5. juli koma norðurlendskir gestir í hópatali til Eysturkommunu.
Tá fara limir úr norrønu feløgunum at halda ta stevnu, sum við jøvnum millumbilum verður hildin í teimum býum, ið Leirvík hevur sum vinabýir.
- Hesar dagar eru mong ymisk tiltøk á skránni, eitt nú tónleikaframførslur, útferðir, veitsla í bygdarhúsinum og annað.
Í Norrøna felagnum fyri Eysturkommunu siga tey, at mong helst minnast við gleði aftur á, tá stevnan varð hildin í Leirvík seinast.
- Vinabond vórðu knýtt, og mong hava vitjað í hinum Norðurlondunum og notið stóran blíðskap.
Lagt verður aftrat, at í sambandi við stevnuna søkir Norrøna felagið í Eysturkommunu eftir vertsfamiljum, sum kunnu hýsa norðurlendsku gestunum teir dagarnar, stevnan er.
Vinabýir hjá Eysturkommunu eru Borgarnes í Íslandi, Falkenberg í Svøríki, Dragsholm í Danmørk og Ullensaker í Noregi.