Eysturevropear hava stolið Robin Hood

Fleiri av rábondunum við upptøkum av nýggju Robin Hood sjónvarpsrøðini hjá BBC, vórðu herfyri stolin í Budapest, har sjónvarpsstøðin ger upptøkurnar. Nú krevja brotsmenn eina millión pund fyri at lata bondini aftur til BBC, skrivar BT.

 
Stuldurin hevur longu seinkað upptøkunum, og hetta er kostnaðarmikið. Jonas Armstrong spælir leiklutin sum Robin Hood. Sjónvarpsrøðin hevur eina kostnaðarætlan sum er átta milliónir pund, og skuldi eftir ætlan verið víst á BBC í oktober. 
BT veit ikki at siga, um BBC hevur ætlanir um at gjalda peningin, ella um farið verður undir at taka stolnu partarnar umaftur.