Ísfiskatrolarin Eysturbúgvin stendur í løtuni á Skipasmiðjuni Mest í Havn, har køliskipanin verður skift. Hetta er skipanin, sum kølir tangarnar í skipinum.
Jóan Petur í Soylu, skipari og ein av eigarunum, sigur, at gamla skipanin var útslitin, og nú er heldur ikki loyvt longur at hava freon í køliskipanini.
- Eysturbúgvin fór upp á bedingina hin 7. mars, og sambært tíðarætlanini verður arbeiðið liðugt hin 1. apríl.
Hann vísir á, at tá skipið er klárt at fara aftur til fiskiskap, verður farið á gulllaksaveiði, og tað er altíð spennandi.
- Tað gekk væl á gulllaksinum í fjør og skipini, sum hava gulllaksaloyvi, kláraðu at fiska alla kvotuna á 14.000 tons.
Jóan Petur í Soylu sigur, at gulllaksaprísurin í fjør lá um 5 krónur fyri kilo, og prísurin er gingin spakuliga upp eftir, sum árini eru liðin.
- Upsaveiðan hevur ikki roynst nakað serligt í vetur og í vár, og fiskiskapurin hevur ikki verið tað, hann átti at verið hesa tíðina av árinum.
Skiparin sigur, at upsaprísurin higvegin hevur verið góður, og tá ið teir hava selt best í vetur og í vár, hevur upsaprísurin verið oman fyri 13 krónur fyri kilo.









