Gulllaksaskipini Eysturbúgvin og Vesturbúgvin vóru aftur fullfermdir seinasta túr. Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landaðu fríggjadagin, Eysturbúgvin landaði í Runavík og Vesturbúgvin landaði í Vestmanna.
Gulllaksaskipini hava havt óføra góðan fiskiskap, Vestmenningur og Fram vóru seinasta túr í Skotlandi og landaðu, teir vóru eisini fullfermdir.
Í dag verða 300 tons av gulllaksi avskipað í Vestmanna, eitt farmaskip hjá Green Snow, kom á Vestmanna tíðliga í morgun, og beinanvegin varð farið undir at avskipa.