Eysturbúgvin landað á Sandi

Veður og streymur hava tarnað útróðrinum í Sandoynni í seinastuni

Fiskivinna

Eysturbúgvin, sum partrolar við Vesturbúgvanum, hevur landað á Sandi hesa vikuna. Teir høvdu umleið 200.000 pund, meginparturin góður upsi.
  Á Sandoy Seafood vænta tey ongan bát aftrat hesa vikuna, men nakað av fiski hava tey keypt á uppboðssølu. Nóg mikið er tískil at gera á báðum virkjunum kortini.
  Bæði á Sandi og í Skopun hevur nógv fiskaarbeiði verið, síðan verkfallið var av, og fyrstu skipini komu innaftur.
  Í fyrra helmingi av januar var gott veður, og útróðrarbátarnir fingu væl av fiski.
  Seinastu dagarnar hevur verið illsligt veður og harður streymur.
  - So, nú er lítið komið burtur úr hjá útróðrinum, siga tey á Sandoy Seafood.