Eystur kommuna: Fyribils verður einki boriloyvi til jarðhitahol útskrivað

Eysturkommuna útskrivar einki boriloyvi fyribils, upplýsir borgarstjórin.

Í samband við skriv frá kommunufelagnum herfyri, har kommunurnar vístu á ein tørv at fáa nágreinað, hvat innihald er í boristøvinum og restum frá jarðhitaboringum, umframt dálkingina, ið stendst av borivatninum, so útskrivar Eysturkommuna einki boriloyvi fyribils.

 

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Eystur kommunu.

 

Kann veitari av jarðhitaborðing veita trygd fyri, at ongar restir, so sum vatn, slam og boristøv, renna út í náttúruna, so kann møguligt loyvi gevast. Tá skal hetta gerast í tøttum samstarvið við teknisku umsiting hjá Eysturkommunu.

 

Hetta skrivar Per Martin Gregersen, borgarstjóri, á eysturkommuna.fo.