Eystari Landsrættur staðfesti dóm um neyðtøku

Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at ein maður er dømdur fyri at neyðtaka ein annan mann. 

 

Ein 19 ára gamal maður bleiv í Eystara Landsrætti fríggjadagin dømdur fyri neyðtøku og fyri at misnýta sálarliga menningartarnið hjá øðrum persóni

 

Maðurin hevði yvir eitt longri tíðarskeið fleiri ferðir skaffað sær annað kynsligt samband enn samlegu við ein sálarliga menningartarnaðan mann.

 

Í heyst varð maðurin dømdur 10 mánaðir fongsulsrevsing í Føroya Rætti. Av teimum 10 mánaðunum vóru tríggir mánaðir gjørdir treytaleysir. Aftrat treytaðu fongsulsrevsingini skal tann dømdi gera samfelagstænastu í 120 tímar. 

 

Eystari Landsrættur staðfesti fríggjadagin dómin frá Føroya Rætti.

 

Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at ein maður er dømdur fyri at neyðtaka ein annan mann.