Eystanstevna
Runavík:
Eystanstevnan byrjar í Runavík við kapprenning í annaðkvøld klokkan 18.00. Hildið veður so á til seint sunnukvøldið, tá endað verður við kvøldsetu í ítróttarhøllini.
Leygardagin klokkan 13.00 fer skrúðgonga úr Glyvra Skúla út á Torgið, har Hans Petur Ellingsgaard, formaður í Mentanarnevnd Runavíkar Býráðs, setir Eystanstevnuna.
Tiltøkini eru mong, sum eru skránni hesar tríggjar dagarnar, Eystanstevnan er. Ymiskt mentanartiltøk, undirhald av ymsum slagi. Ein rúgva av kristiligum møtum og tiltøkum. Og rættiliga nógvur ítróttur.
Høvuðstiltakið er sum vera man FM-kappróðurin, sum verður leygardagin klokkan trý.
Sum nakað nýtt fer Mentanarhúsfelagið at framføra Eystanstevnukabarett í Glyvra Skúla. Tvær sýningar verða á sjálvari stevnuni, Tann fyrra verður fríggjakvøldið klokkan 21.30, og tann seinna verður leygarkvøldið klokkan 19.00.
Verður undirtøkan góð, verður møguliga onkur eykasýning aftur í næstu viku, frættist frá fyrireikarunum.
Fótbóltur verður nógvur á stevnuni, og byrjað verður longu klokkan hálvgum níggju leygarmorgunin, tá smápiltarnir hjá NSÍ fáa vitjan av Toftum, eins og genturnar fáa tofta- og skálagentur á vitjan. Tann stóri stevnudysturin er sum vant sunnudagin klokkan trý, tá NSÍ og TB spæla landskappingardyst í Runavík, har heppikór hjá NSÍ eisini fer at vera at síggja á vøllinum undan dystinum eins og í hálvleikinum.
Fríggjakvøldið klokkan 23.00 verður Eystanstevnukonsert á parkeringsøkinum oman fyri brotið, har ymsir tónleikabólkar fara at luttaka.
Umframt verður dansur í Støkkhøllini bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið, eins og dansur eisini verður í ítróttarhøllini leygarkvøldið.
Leygarkvøldið klokkan 23.30 byrjar midnáttarsamkoma á Torginum, har horntónleikur, kórsangur, midnáttarøða, felagssangur og fýrverkarí verða á skránni.
Ymsu samkomurnar hava nógv møti, konsertir og opið hús ymsastaðni í býnum á Eystanstevnu, og sunnumorgunin klokkan 11.00 hevur Meinhard Bjartalíð, prestur, guðstænastu í Glyvra Kirkju.
Bygdasavnið Forni hevur framsýningar ymsastaðni. Í bygdasavninum á Glyvrum, í Gamla Handli hjá Pidda og umborð á Høganesi.
Nógvur tónleikur verður ymsastaðni í býnum, og sjálvandi verður eisini Tivoli á á stevnuøkinum alla Eystanstevnuna.