Eystanstevna við bátum og kamping

Bátar og kamping er líka sum vorðið fastur táttur á fleiri stevnum og festivalum.

Bátar og kamping er líka sum vorðið fastur táttur á fleiri stevnum og festivalum. Soleiðis verður eisini, nú eystanstevna verður um vikuskiftið.

 

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at báta-og kampingtreff verður á eystanstevnu. Soleiðis hevur eisini verið undanfarin ár.

 

Siglt verður av Saltnesgrynnuni klokkan 18 fríggjakvøldið og inn í bátahylin í Runavík, har lagt verður til bryggju.

 

Hetta er ein lutfalsliga stuttur teinur, og væntandi er, at bátarnir eru í Runavík í mesta lagi hálvan tíma eftir, at siglingin av Saltnesgrynnuni byrjar.

 

Eins og í fjør, verður stevnuøkið á eystanstevnu í ár niðri á havnalagnum hjá Runavíkar havn - alt savnað um somu leið.