Brádliga er kaldi veturin gloymdur, tí ljósu næturnar og blómur, ið spretta, fylla sinnið í hesum tíðum.
Fólk, ið dáma at róta í moldini í urtagarðinum ella ætla sær okkurt etandi eins væl og prýðisplantir, kunnu gleðast um, at á eystanstevnu, sum er hetta vikuskiftið, verður áhugaverdur urtagarðsdagur í Doktaragarðinum í Runavík.
Hjá Visit Runavík vísa tey á, at áður hevur ein urtagarðsdagur verið hildin í Garðahúsinum í Søldarfirði. Tað eru hjúnini, Lena og Jákup, ið vanliga hava skipað fyri, men í ár eru umstøðurnar broyttar, so hesaferð er tað Visit Runavík saman við Anette Sonne, ið skipa fyri urtagarðsdegnum í Runavík.
Haraldur S. Hammer, anlegsgartnari, sum er kendur úr KvF, verður á staðnum. Hann fer at vegleiða og geva góð ráð um urtagarðsrøkt, amboð og annað.
- Til ber eisini at býta um, selja ella keypa ymiskar vørur til urtagarðsrøkt, eitt nú reyðmaðk, blómur, runnar, rabarbur, grønmeti og annað. Øll eru hjartaliga vælkomin í Doktaragarðin í Runavík leygardagin hin 13. juni millum klokkan 10 og 13, vita tey í Visit Runavík at siga.