Eystanstevna um vikuskiftið

Longu í dag leggur Eystanstevnan í Runavík til brots við tiltøkum og tilboðum. Mangt og hvat forvitnisligt er á skránni hetta góðveðurskvøldið í juni, bæði mentan, undirhald og andaligheit.

Meðan handlarnir í Handilsmiðdeplinum boða frá, at teir eru opnir til kl. 23, fóru 1. deildar liðini hjá monnum hjá NSÍ og KÍ undir at sparka dyst kl. 19. Eisini lat stevnuøkið upp kl. 19. Har verður millum annað barnatiltak við klovnunum Tolli og Múli, og tiltak við brandbilum, sjúkrabilum, politibilum og politisúkklum á stevnuøkinum. Kl. 20 fara klædnahandlarnir at hava mótaframsýning, samstundis sum at Villy og Niels Midjord verða á Blikk, har Heri Joensen og Hanus Kastalag á Blikk eisini verða á midnátt.

Andalig tiltøk

Kl. 21 verður gospelkonsert í ítróttahøllini, og kl. 22 verður útimøti á Torginum við luttøku av Missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum. Og kl. 23 verður opið hús í Missións og undgómshúsinum á Glyrvum.

Framsýnigar

Ymsar framsýningar eru eisini á skránni. Livar Suni Nysted hevur listaframsýning í Orkis, og Grafiska verkstaðinum sýnir fram í Søldarfirði.

Bessi Bjarnasonur sýnir fram í býráðssalinum í Runavík, og Gamli Handil í Heiðunum hevur framsýning og søla av føroyskum heimagjørdum handverkum hjá Gunvá Justinussen.