Í samband við Reformatiónshátíðarhaldið komandi dagarnar hevur kórið Eystanljóð sett sær fyri at syngja vøkru messuna hjá Franz Schubert.
Schubert skrivaði hesa messuna í 1827. Sum heitið sigur, so er teksturin á týskum. Útgangsstøðið er guðstænastuskipanin frá 1526, Deutsche Messe, har Martin Luther skiftir katólsku messuliðini út við týskar sálmar. Vegna tað at sálmasangur bleiv ein so týðandi partur av guðstænastuskipanini, verður Deutsche Messe eisini rópt sálmamessa. Hendan skipanin er tann, sum kom at eyðkenna luthersku evangelisku guðstænastuna frameftir. Og tað er júst sálmasangur sum Schubert hevur sum fyrimynd í sínari messu. Tó at hetta er eitt kórverk, so liggja vøkru løgini tætt uppat sálmaløgum.
Teksturin, sum yrkjarin Johann Philipp Neumann hevur skrivað, leiðir lurtaran gjøgnum liturgisku liðini í einari messu og tekur eins og tónleikurin útgangsstøði í týskum sálmasangi.
Konsertin endar við at Gøtu Kirkju Ungdómskór framførir kórverk úr teirra skrá. Gøtu Kirkju ungdómskór varð stovnað í 2011 og hevur eftir fáum árum vunnið sær pláss ímillum bestu kórini vit eiga í Føroyum. Tey hava eisini gjørt vart við seg uttanlanda, har tey í 2014 vunnu Paolo Serrao Special Award Choir Competition. í 2016 fingu tey tríggjar silvurmedaljur á Bad Ischi Chori Festival í bólkunum kirkjutónleikur, ungdómskór og rytmiskt kór. Umframt hetta vóru tey eisini eitt av prís vinnandi kórinum, tá Kórsamband Føroya skipaði fyri kórfestivali í vár.
Konsertin verður Sunnudagin 29. oktober kl. 17 í Gøtu Kirkju.