Eykavaldur á tingi: Skilji ikki málini nóg væl

Í vikuni gjørdist greitt, at Kristina Clementsen, eykavald á listanum hjá Tjóðveldi, tók sæti á tingi. Frammanfyri hana á listanum er Petur Háberg, men hann bar seg undan. Á Facebook hevur Petur Háberg greitt frá, hví hann ikki metir seg føran fyri tí. 

 

- Fyri einari viku síðani varð eg uppringdur og biðin um at koma í Løgtingið hendan mánadagin, sum júst er farin. Eg havi fyrr verið inni í Løgtinginum tvær ferðir eina viku, og tá havi eg hugt eftir skránni og teimum málunum, ið skuldu viðgerast. Og báðu ferðirnar havi eg mett meg vera føran fyri at atkvøða. Skilt á tann hátt, at eg skilti málini so mikið væl, at eg kundi hyggja meg sjálvan og onnur í eyguni við góðari samvitsku, tá ið vikan var av. Men hesu ferð var tað annarleiðis, skrivar Petur Háberg. Víðari greiðir hann frá, at tíðarskeiðið snýr seg í hesum førinum um tríggjar vikur, har eitt nú fiskivinnunýskipanin, pensjónsnýskipanin og stjórnarskipanin kunnu væntast at koma til viðgerðar.

 

 

- Kendist eitt sindur sum, at formaðurin í HB ringdi til mín og bað meg byrja inni í steypafinaluni í vikuskiftinum. Og bart út sagt: Eg skilji ikki hesi málini nóg væl til at taka støðu til tey fyri Føroya fólk. Onkur vildi so sagt, at tað er for vánaligt. Og tað er tað kanska. Men eg havi ikki verið við í prosessini. Havi ikki fingið tey undir húðina, sum man hevði gjørt, um man hevði fast sæti á tingi og arbeiddi fulla tíð við hesum málunum, sigur Petur Háberg. 

 

 

- Tað hevði ikki verið rætt ímóti nøkrum, um eg kom inn nú at taka avgerð um so álvarsom mál, sum eg nevndi áður. Tí eg eri – í núverandi løtu – ikki kompetentur til tað. Hevði bæði fingið magasár og mist svøvnin langt inn í 2018, um eg trýsti á tann grøna knøttin uttan sannføring, skrivar hann á Facebook.