Eykatúrar við tyrluni

.

Nú kunnu tey, sum ætla sær uttanlands, og ikki hava tíð at seta av til túrin yvir land úr Havn vestur í Vágar, fara við tyrluni tveir dagar um vikuna. Túrurin tekur bara 12 minuttir

Vetrarferðaætlanin hjá tyrluni byrjaði 1. november, og har er tann broyting gjørd í mun til summarferðaætlanina, at mikudag og fríggjadag flýgur tyrlan nú eisini millum Havnina og flogvøllin.

Tyrlan fer hesar dagar úr Havn kl. 9.45, og tað mrkir, at ferðafólk, sum ætla sær uttanlands, kunnu nýta hetta eykasambandið millum Havnina og flogvøllin, og tað tekur bara 12 minuttir at sleppa vestur.

Ferðakostnaðurin er kr. 215.


Kanna nú prutlini


Tað er komið politinum fyri oyrað, at fleiri børn undir 15 ár eiga prutl, sum tey koyra á.

Tað hava tey ikki loyvi til, tí fyri at fáa koyrikortið, skulu tey vera 15 ár.

Suni Vinther, leiðari á politistøðini í Havn, heldur tað vera forkastiligt, at foreldur geva børnm undir 15 ár prutl.

Summi halda, at politiið einki ger við at kanna prutl, men tey kunnu verða lumpað. Sunnunáttina tók politiið í Havn eitt prutl inn til kanningar.

Politiið hevur áður verið við skúlarnar og hugt, um har standa prutl.

- Tað kann væl henda, at vit fara at gera tað aftur, sigur Suni Vinther.

Hann minnir annars prutlkoyrarar á, at umframt koyrikortið eiga teir altíð at hava kvittan fyri, at trygging er goldin, uppi á sær.



Tilhaldið fingið leiðara


Nevndin fyri Tilhaldið í Tórsgøtu í Havn hevur sett leiðara fyri nýggja tiltakið fyri pensionistar.

Seks umsóknir vóru, og tann, sum er sett í stavið, er Vanja Petersen.

Hon byrjar beinanvegin.

Tilhaldið verður í gamla Føroya Banka, har Tekniski Skúlin áður var.

Tað er í stovuhædd, so øll skuldu kunna komið inn.

Ætlanin er ikki at seta fleiri starvsfólk, tí hugsanin við tiltakinum er, at leiðarin saman við pensionistunum, skal skipa fyri teimum tiltøkum og tí virksemi, sum skulu verða í húsinum.


Tveir ávirkaðir


Politiið í Havn tók hetta vikuskiftið tveir bilførarar, sum koyrdu ávirkaðir av rúsdrekka.

Báðir bilførararnir, sum høvdu kenning, vórðu tiknir leygarnáttina.