Suðuroyar Kabarettin hevur fingið góða byrjan. Útselt var eftir stuttari tíð til fyrstu sýningarnar av Suðuroyar Kabarettini í gjárkvøldið og í kvøld.
Tí eru fyribils tvær eykasýningar settar á skrá. Tær eru hóskvøldið 1.mars og leygarkvøldið 3. mars. Atgongumerki fáast í Tangabúðini á Tvøroyri og í Torginum í Vági, umframt á netsøluni www.atgongumerki.fo.










