Nú um vikuskiftið var eitt ferðsluóhapp í Klaksvík, har ein bilførari rendi á ein buss. Men hann hevði ikki reint mjøl í posanum, so hann stakk av.
Tað eydnaðist kortini løgregluni at finna bilin og kundi staðfesta, at skaðin, bilurin hevði, sampakkaði við tað, sum sást á bussinum.
Blóðroynd varð tikin av føraranum og hann er nú skuldsettur fyri at koyra við kenning.
Umframt revsingina fyri at koyra við ávirkaður, fær hann eina eyka rokning oman á fyri at rýma av staðnum.
Bilførari, sum er uppi í einum ferðsluóhapp skal ikki drekka í seks tímar eftir óhappið, tí so telur tað sum um at førarin var ávirkaður tá ið hann koyrdi. So hóast bilførarin í Klaksvík ikki varð tikin á staðnum, varð hann feldur av sekstíma regluni
Løgreglan sigur, at tað er javnan, at teir fáa tað frágreiðingina frá bilførarum, sum hava verið upp í ferðsluóhappum, at teir drukku aftaná, men er tað styttri enn seks tímar aftaná, hjálpir ongin góða mamma.