Eykakonsert við Kim Larsen

Hóskvøldið visti planet.fo at siga frá, at Kim Larsen & Kjukken koma til Føroya at hava konsert. Eftir bert fáum tímum vóru øll 800 atgongumerkini seld. Nú verður eyka konsert Stóri keypshugurin er sjálvandi tekin um, at Kim Larsen framvegis er sera væl dámdur millum føroyingar, og tískil er gjørt av at hava eina eyka konsert í Norðurlandahúsinum dagin eftir upprunaligu konsertina. Eyka konsertin verður hóskvøldið 22. november kl. 19.30.

 

Atgongumerki eru nú aftur at fáa í Norðurlandahúsinum ella á heimasíðu húsins www.nlh.fo Rátt verður øllum, ið vilja tryggja sær atgongumerki til konsertina at bera skjótt av, tí um seinna konsertin selur eins væl og fyrra, so verður útselt eftir fáum tímum.