Nýggja fløgan ?Hørpuspælarin? við 11 løgum, sum Hanus G. Johansen hevur gjørt til yrkingar eftir Poul F., kom út á føðingardegi yrkjarans, hin 18. november, og ikki kann sigast annað enn, at hon hevur fingið eina framúr góða móttøku Nýggja fløgan ?Hørpuspælarin? við 11 løgum, sum Hanus hevur gjørt til yrkingar eftir Poul F., kom út á føðingardegi yrkjarans, hin 18. november, og ikki kann sigast annað enn, at hon hevur fingið eina framúr góða móttøku.
Ummælarin í Dimmalætting gav fløguni seks stjørnur av seks møguligum, og í útvarpssendingini, Kvørnin, vóru teir tríggir ummælararnir samdir um, at her er talan um eina fantastiska fløgu, har alt gongur upp í eina hægri eind.
Flestu løgini á fyrru fløguni ?Gaman og álvara?, har Hanus á fyrsta sinni gav út síni løg til yrkingar hjá Poul F., eru vorðin sonn fólkaogn, og tey, ið hava hoyrt tey á konsert, vita, at tað er eitt heilt serligt samband ímillum løgini hjá Hanus og orðini hjá Poul F.
Hetta hevur sjálvandi gjørt sítt til, at gravgangur hevur verið eftir atgongumerkjum til útgávukonsertina hjá Hanus G. Johansen í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 9. desember. Og eftirsum atgongumerkini longu eru at kalla uppi, er gjørt av, at hava eina eykakonsert fríggjakvøldið 10. desember kl. 19.30.