Eykakonsert: Útselt til Teit

Útselt er til Teit í Spaniastovu, og tí verður eykakonsert.

Eftir fáum døgum var útselt til konsertina hjá Teiti í Spaniastovu 21.des. kl 22.

Avgjørt er tí at leggja eina eykakonsert sama dag kl 19.30.

 


Atg.m. kunnu keypast á www.atgongumerki.fo ella við at venda sær til Spaniastovu.

 


 

Í samrøðu, sum Røddin hevði við Teit í samband við nýggju útgávuna "I Want To Be Kind "segði Teitur : "Eg geri bara sangir, og vóni at teir finna sín veg til áhoyraran".

 

 

 

Síðani Teitur kom heim aftaná konsertferð í USA, Týsklandi og Danmark við nýggju útgávuni “I want to be kind”, hevur hann vitja hesi spælistøð Føroyum: Tøting, Maggie’s, Bygdahúsinum í Kunoy, Listastovuni, Blábar, Kirkjuni á Tvøroyra, Løkshøll.

 

 

Seinastu konsertirnar undan jólum verður høvið at hoyra Teit í Spaniastovu. Umframt nýggja tónleikin, kann áhoyrarin vænta at hoyra har eitt gott úrval av tónleiki frá eitt nú “Poetry and Aeroplanes” via “Káta Horni” til “Story Music” og nakrar jólaligar tónar.